close

Morgun Lyrics & Chords By Martin Joensen

LyricsView Chords

Morgun og nýføddur grátur vælkomin, lítli, stíg inn í henda heimin sum gestur kanska tú dvølur eitt bil. Um tú vilt korini vita best at eg sigi sum minst tó, eingin veit um júst títt lív skapt er til eydnu og ljós. Ábyrgdin á tínum herðum gáva frá okkum til tín byrða, ið tung er at bera ber hana betur enn vit. Heimurin fyri tær opin kannar teg gjølla og væl merktur av ringastu royndum býður tær kortini sess. Men, tú eigur dagin og ljósið tú eigur náttina við tú eigur stjørnurnar allar tú eigur rættin til frið. Viljin er sterkasta svørðið bítur á harðasta stál vónin er bjartasti brandur lýsir tær veg fram á mál. Ábyrgdin á tínum herðum -gáva frá okkum til tín byrða, ið tung er at bera ber hana betur enn vit

You may be looking for...

Tracks related to morgun - martin joensen

vakna her hjá mær

by: høgni reistrup

hugafar Á ferð

by: høgni reistrup

skrellimaðurin

by: páll finnur páll

mítt land

by: frændur

lat meg goyma teg

by: martin joensen

uttan teg

by: martin joensen

bakka fram

by: tinganest

minnist tú

by: tinganest

close
Sign in person Home A to Z All Artists Top Artists Top Tracks